Tíðindi

Vísindavøka: Vitja umborð á Jákupi Sverra

Havstovan fer at bjóða fólki at síggja nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra á Vísindavøkuni.

Høvi verður at sleppa umborð á skipið, sum liggur við Vestaru Bryggju, beint við Sjóvinnuhúsið.

Fólk frá Havstovuni vera tøk at greiða frá, hvat granskarar gera umborð og hvat teir kunnu brúka skipið til.

Rundvísingin verður frá kl. 9.00 til út á seinnapartin. Tað er ikki neyðugt við tilmelding, fólk sleppa umborð eftir tørni.

Orsakað av veðurvánunum sýningin av fiskum, sum skuldi vera í einum telti, flutt umborð á Jákup Sverra.

Mynd (c) Pauli Poulsen