Tíðindi

Vísindavøkan á Klaksvíkar bókasavni

Í kvøld, týskvøldið 21. september kl. 19, verður Vísindavøkan á Klaksvíkar bókasavni við trimum framløgum.

Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu gott 40 árini Hans Ellefsen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Náttúran í Koltri Jón Aldará, Tjóðsavnið

Í roynd og veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg? Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

Hvør framløga er 20-25 minuttir.

Tiltakið er alment.

Skráin fyri Vísindavøku á ferð