Tíðindi

Helma Maria Tróndheim hevði bestu stuttrøðuna

Helma Maria Tróndheim, vinnu ph.d. lesandi á SEV, Fróðskaparsetrinum og Aalborg universiteti, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni. Hon megnaði uppá 150 sekund at geva eina greiða lýsing av síni verkætlan um at tryggja støðuga orku frá óstøðugum varandi orkukeldum.

Dómsnevndin metti, at snarrøðan hjá Helmu Mariu var væl skipað og løtt at skilja. Hon dugdi væl at fanga áhoyraran og gera innihaldið viðkomandi og áhugavert.

Fýra granskarar kappaðust um at vinna ársins snarrøðukapping.

Mynd (c) Ólavur Frederiksen