Tíðindi

Hvør skal heiðrast fyri góða miðling av gransking

Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Løkshøll fríggjadagin 23. september 2022.

Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling

Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Øll kunnu senda uppskot inn

Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2022. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.

Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:

Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.

Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 12. september 2022. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo ella við boðum á Facebook.

Hetta er 10. ferð, at heiðurslønin verður latin. Hesi eru heiðrað áður:

2012 - Dorete Bloch 2013 - Pál Weihe 2014 - Kári Sólstein 2015 - Bogi Hansen 2017 - Jens-Kjeld Jensen 2018 - Magni Mohr 2019 - Lis Mortensen 2020 - Debes Christiansen 2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen