Tíðindi
Alt um vísindavøkuna á Vísindavøka.fo
![Alt um vísindavøkuna á Vísindavøka.fo](https://res.cloudinary.com/tokni/image/upload/v1661242451/visindavoka/darjcji2tcjgtd9xj2fl.png)
2022-08-27
Tú kanst finna alt um Vísindavøkuna á einum stað, á netappini vísindavøka.fo
Síðan er júst dagførd við einfaldari sniði og við skránni fyri Vísindavøkuna 2022.
Á síðuni er eisini savn við tilfari frá øllum undanfarnu vísindavøkunum. Her eru leinki til umleið 180 framløgur, tær nýggjastu filmaðar og aðrar í power point.
Vísindavøkubløðini frá 2012 til 2021 eru samlað, umframt annað tilfar.