Tíðindi
Filmur um granskingarstovnar og -feløg í Føroyum
2021-01-11
Gransking og vitan eru av avgerandi týdningi fyri at menna føroyska samfelagið. Fleiri stovnar og feløg í Føroyum hava gransking sum ein av hornasteinunum í sínum virki. Vit fara ´´i einum stuttfilmi á rundferð hjá granskingarstovnum og -feløgum - sí her
Flestu stovnar plaga at luttaka á Vísindavøkuni við ymsum tiltøkum fyri skúlanæmingar og onnur. Hetta plagar at vera á Svalanum í Sjóvinnuhúsinum. Hetta bar ikki til í 2020 orsakað av koronustøðuni. Tá vóru tiltøkini avmarkað til framløgur, sum vóru hildnar í Kongshøll.
Gjørt av at gera nakrar stuttfilmar í staðin fyri tiltøkini á Svalanum. Focus v/Fríða B. Olsen gjørdi filmarnar. Sí fleiri filmar í savninum