Tíðindi
Framløgurnar frá Vísindavøkuni á kvf.fo
![Framløgurnar frá Vísindavøkuni á kvf.fo](https://res.cloudinary.com/tokni/image/upload/v1661242451/visindavoka/xelzgiuetws7r3cb14g3.png)
2021-01-13
Týskvøldið 12. januar 2021 sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2020 í Sjónvarpinum. Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.
Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Heina í Skorini, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Framløgan kallast "Fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til koronu og aðrar vísindaligar spurningar."
Allar framløgurnar síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo