Tíðindi
Framløgur um botndjór, politiska leiðslu og brisling í Hovi
2020-10-27
Vísindavøkan á ferð vitjar mikukvøldið 28. oktober kl. 19 á Miðnámsskúlanum í Hovi.
Tríggjar framløgur verða í Hovi. Hvør framløga verður umleið 20 minuttir.
Heidi Mortensen, lívfrøðingur á Fiskaaling, fer at hava framløgu við heitinum: Botndjórakanningar á føroysku firðunum - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag.
Rógvi Ólavson, vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fer at hava framløgu, ið hevur heitið: Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu - Hvussu Føroyar loftaðu koronukreppuni.
Og Eydna í Homrum, lívfrøðingur á Havstovuni, fer at hava framløgu við heitinum: Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla.
Tiltakið verður skipað sambært almennu koronutilmælunum.