Tíðindi
Framløgur um tang, koronuskúlan og føroyskt havøki
2020-11-03
Vísindavøkan á ferð vitjar mikukvøldið 4. november kl. 19 á Sørvágs Bókasavni.
Tríggjar framløgur verða í Sørvági . Hvør framløga verður umleið 20 minuttir.
Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, heldur framløgu við heitinum: Tang frá gróvkorni til borðiskin – vøkstur, innihald og matvørutrygd.
Erla Olsen, granskari á Námsvísindadeildini, heldur framløgu við heitinum: Læran av og í koronuskúlanum
Bartal Højgaard, granskari á Jarðfeingi, heldur framløgu við heitinum: Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin
Tiltakið er alment og verður skipað sambært almennu koronutilmælunum.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding