Tíðindi
Veldst alt um eygað, sum sær? Ber til at drekka Amarone afturvið fiski og kips? Hví eru flestu standmyndir av kvinnum uttan navn og klæðir? Eru íbygdir steinar til? Er munur á bygdum gøtum og traðkaðum gøtum í lendinum?
Drívmegin handan gransking er í stóran mun forvitni. Tað er bæði forvitnið hjá granskarum og hjá øðrum, sum formar granskingararbeiðið. Eitt svar reisir ofta fleiri spurningar, sum arbeitt verður víðari við.
Tað er ein mánaði til ársins Vísindavøku. Tá fara granskarar at hava framløgur og fyrilestrar um ymiskt, sum tey arbeiða við í løtuni, og leggja fram fesk granskingarúrslit.
Sum upphiting til Vísindavøkuna vilja vit eggja fólki at koma við hugskotum til granskingarevni og -spurningar. Einki evnið er ov stórt ella ov lítið. Kanska hugskotið kveikir ein granskara ella ein komandi granskara?
Vit skipa hetta sum eina kapping á Instagram. Besta hugskotið verður kosið á Vísindavøkuni tann 24. september. Virðislønin er eitt gávukort á 500 kr.
Send okkum tíni hugskot
Soleiðis luttekur tú í kappingini:
Finn eina sigandi mynd og lýs spurningin ella evnið við í mesta lagi 40 teknum. Deil mynd við teksti á Instagram við #Hettamákannast
Freistin at luttaka er 22. september.
Vit tilskila okkum rætt til at deila onkur av hugskotunum á gransking - Instagramvanganum hjá Granskingarráðnum.