Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Hugni og Vísindavøka á Tekniska skúla í Klaksvík
Hugni og Vísindavøka á Tekniska skúla í Klaksvík
2020-11-04

Tað er siðvenja á Tøknibreytini á Tekniska skúla í Klaksvík at luttaka á Vísindavøkuni. Í ár er Vísindavøkan øðrvísi skipað orsakað av korona. Hon er skipað við eini røð av stuttum fyrilestrum við avmarkaðari atgongd, pláss eru bert fyri 100 luttakarum. Framløgurnar verða stroymdar beinleiðis.

Broytti leisturin við avmarkaðari luttøku ger, at leiðslan hevur avgjørt at halda Vísindavøkuna á skúlanum.

Eyðgunn Samuelsen sigur soleiðis um tiltakið:

"Tiltakið verður skipað á tann hátt, at næmingarnir, umframt at hoyra fyrilestrar, fara at gera mat saman. Skúlin hevur góðar umstøður til matgerð, og vit hava lænt hølini á matvøruútbúgvingini til endamálið. Soleiðis kunnu vit samansjóða læring og hugna, og vit eru spent at vita, hvussu tað fer at hilnast."

Leinki til stroyming verður tøkt hósdag seinnapart.

Mynd: lv.fo