Tíðindi
Nógv vildu síggja Jákup Sverra
2021-10-07
Stórur áhugi var á Vísindavøkuni fyri at vitja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Umleið 600 fólk nýttu høvið at fara umborð á skipið, sum lá við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið.
Skipið var opið frá kl. 9 til kl. 16. Tey vitjand sluppu umborð eftir landgongubrúnni inn á dekkið, har høvi var at síggja ymisk sløg av fiskum. Síðani var ein leið merkt av gjøgnum alt skipið við støðum, har fólk frá Havstovuni og manningin á Jákupi Sverra greiddu frá, hvat skipið og tólini kunnu brúkast til. Til bar m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna.
Sí fleiri myndir á Facebooksíðu okkara