Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Poddvarp um meslingafarsóttina í 1846
Poddvarp um meslingafarsóttina í 1846
2020-11-05

Tjóðskjalasavnið: Av tí at eingi tiltøk eru á svalanum í Sjóvinnuhúsinum í ár, hava vit valt at koma við einum talgildum íkasti, har mann lættliga kann halda allar koronuásetingar.

Samsvarandi við ársins evni hava vit gjørt eitt lítið poddvarp, har vit í stuttum lýsa og dramatisera eina hending í Føroya søgu.

Í poddvarpinum hava vit eina skjóta gjøgnumgongd av meslingafarsóttini, sum rakti Føroyar í 1846. Nógv av smittuverjandi tiltøkunum, sum vit hava í dag, vóru eisini brúkt tá.

Meslingarnir komu við einum ferðafólki til Føroya tann 29. mars 1846 og spreiddu seg um alt Føroya land. Danski læknin Peter Panum, ið var í Føroyum undir farsóttini, staðfesti út frá sínum royndum, at meslingarnir smittaðu frá persóni til persón og høvdu eina ávísa inkubatiónstíð.

Henda uppdagingin gjørdi hann til ein av undangongumonnunum innan farsóttarfrøði í heiminum.

Hoyr meira í poddvarpinum

Tað eru Guðrið Poulsen og Jónfinn Stenberg, sum hava gjørt poddvarpið.