Tíðindi
Rúna Brimnes Hoydal vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni. Hon røddi í 150 sekund um postara við heitinum Nýggj vindorku, nýggir møguleikar. Rúna gjørdi sína bachelor ritgerð í samstarvi við deildini Orka á Umhvørvisstovuni og tað var hesa gransking hon lýsti.
Hans Andrias Sølvará segði vegna dómsnevndina, at hendan snarrøðan lýsti væl eina avbjóðing, røðan var væl skipað, loysn varð kunngjørd og ein ítøkilig ætlan løgd fram.
Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:
- 150 sekund munnlig framseting
- við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og
- uttan kjak og spurningar úr salinum
Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.
Í dómsnevndini vóru Katrin Apol, Hans Andrias Sølvará og Dagmar Joensen-Næs.