Tíðindi
Sjóneykan á fiskastovnar, atburð hjá laksi og støðuna í fiski- og alivinnuni
2020-11-01
Vísindavøkan á ferð vitjar mánakvøldið 2. november kl. 19 á Klaksvíkar Bókasavni.
Tríggjar framløgur verða í Klaksvík. Hvør framløga verður umleið 20 minuttir.
Ian Salter, granskari á Havstovuni, fer at hava framløgu um, hvussu DNA-leivdir í sjógvi kunnu brúkast til at kanna fiskastovnar.
Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, fer at hava framløgu um atburð hjá laksi á harðbalnum økjum.
Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, og Zvonko Mrdalo, granskari á Søgu- og samfelagsdeildinini fara at hava framløgu um ávirkanina av COVID-19 á fiski-og alivinnurnar og avleiðingar fyri føroyska búskapin.
Tiltakið er alment og verður skipað sambært almennu koronutilmælunum.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding.