Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Spennandi skrá fyri Vísindavøkuna
Spennandi skrá fyri Vísindavøkuna
2020-10-14

Vísindavøkan 2020 verður í Sjóvinnuhúsinum tann 6. november.

Orsakað av koronustøðunu er tiltakið avmarkað í mun til undanfarin ár.

Í ár verður dentur lagdur á at hava nógvar, stuttar framløgur. Høvuðsevnið er korona, men eisini onnur evni verða viðgjørd. Framløgurnar, gott 20 í alt, verða í Kongshøll frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Talið av áhoyrarum verður avmarkað í mun til aktuellu koronustøðuna í november, tí er neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Latið verður upp fyri tilmeldingum tann 23. oktober.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði við snarrøðukapping og handan av heiðurslønum.

Øll skráin sæst her

Tað ber tíverri ikki til at hava tiltøk fyri børn og ung á svalanum ella uttanfyri, soleiðis sum vit plaga. Í staðin verður talgilt tilfar tøkt í Vísindavøkuappini, sum verður almenn 23. oktober. Meira verður at frætta um hetta seinni.