Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Talgilda Vísindavøkan eydnaðist væl
Talgilda Vísindavøkan eydnaðist væl
2020-11-10

Fríggjadagin varð Vísindavøkan 2020 hildin í Kongshøll. Tiltakið var seinni á árinum og nakað øðrvísi skipað enn vanligt orsakað av koronutilmælunum um avmarkað tal av gestum og frástøðu.

Í ár vóru framløgur hildnar við í mesta lagi 100 áhoyrarum í salinum. Í staðin vóru framløgurnar á fyrsta sinni stroymdar beinleiðis. KVF og AVlux stóu fyri upptøkum og tøknini.

Tjúgu framløgur, eitt korter hvør, vóru hildnar um alt millum himmal og jørð, fleiri um koronutengd viðurskifti.

Fyrstu metingarnar frá áhoyrarunum í Kongshøll og teimum, sum fylgdu við á netinum, siga, at hetta eydnaðist sera væl.

Hevur tú hug at síggja tiltakið ella partar av tí, kanst tú hyggja at upptøkuni frá stroymingin her

Sí eisini dias frá framløgurnum her

Seinni í vetur og komandi vár fer Kringvarpið at senda einstøku framløgurnar í KVF.

Hevur tú hug at síga tína hugsan um Vísindavøkun og hvussu vit kunnu skipa hana enn betri frameftir, so ber til at gera tað á vísindavøka.fo