Tíðindi
Evnið á ársins vísindavøku er gransking og falskunning. Evnið er sera aktuelt, tí fleiri og fleiri dømir eru um, at fólk heldur trúgva ógrundaðum pástandum heldur enn próvgrundaðari gransking. Sosialu miðlarnir gera tað sera lætt at seta fram meira ella minni villar pástandir, sum spjaða seg við rúkandi ferð og eru sera truplir at mana aftur í jørðina. Hetta hevur verið sera sjónligt í koronutíðini.
Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 24. september. Á skránni eru millum annað framløgur og tiltøk í Kongshøll og uttanfyri. Kapping um bestu snarrøðuna verður hildin og ársins miðlaheiðursløn verður eisini handað. Meira verður at frætta um skránna í august mánaða.
Vísindavøkan fer eisini á ferð kring landið við framløgum til bókasøvn og miðnámsskúlar. Eisini verður eitt Vísindavøkublað givið út miðskeiðis í september.
Granskingarráðið samskipar Vísindavøkuna, sum er felags tiltak hjá granskingarstovnunum í Føroyum. Endamálið er at kunna um føroyska gransking, at kveikja áhugan fyri vísindum og at byggja brýr millum granskingarumhvørvið og samfelagið sum heild.