Tíðindi
Fríggjadagin kom eitt serligt Vísindavøkublað út saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann nú eisini lesast í pdf-útgávu her
Høvuðsevnið á Vísindavøkuni í ár er gransking og falskunning. Í blaðnum eru fleiri greinar um evnið. M.a. eru samrøður við Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og ph.d.-lesandi, um falskuning og koronu, og við Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva á Búnaðarstovuni, um hvussu siðbundið seyðahald forðar fyri framburði. Samrøður eru við Boga Hansen, professara í havfrøði um vantandi politiska áhugan fyri veðurlagsbroytingunum, og við Heina í Skorini, granskara á Setrinum, um kanning hansara av hugburði til politisku handfaringina av koronu og hvørji tað eru, sum mynda almenna kjakið.
Bogi Bech Jensen, formaður í faknevndini fyri stuðli til gransking, greinar hvi tørvur er á hægri stuðulsjáttan til gransking. Herfyri lat faknevndin stuðul til verkætlanir. Tvær av hesum eru ph.d.-verkætlanir, sum vera lýstar í blaðnum.
Kunning er eisini um skránna fyri Vísindavøkuna 24. september í Kongshøll og um Vísindavøku á ferð, sum byrjar mikukvøldið 15. september kl. 19 á Sands Bókasavni, og sum eisini verður við Løkin, í Klaksvík, og í Sørvági komandi dagarnar.
Vísindavøkan er sprotin úr europeiska tiltakinum Researchers' Night, sum plagar at fara fram sama dag í fleiri enn 350 europeiskum býum.
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.