Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Vísindavøkublaðið 2023 er útkomið
Vísindavøkublaðið 2023 er útkomið
2023-09-11

Vísindavøkublaðið 2023 kom út fríggjadagin saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann lesast í pdf-útgávu her

Í blaðnum er millum annað ein grein um gransking av jarðfrøðini í Tindhólmi, ið er ein liður í leitanini eftir lívi á Mars.

Eisini er grein um mátingar av havstreymi umborð á Norrønu, ið skal vísa, um broytingar eru í Golfstreyminum.

Ein grein snýr seg um gransking av sjósirmi, ið skal geva betri veðurforsagnir.

Og ein grein snýr seg um sosialan ójavna, ið ger, at fólk í størri mun hava álvarsligar sjúkur.

Harumframt eru greinir um ES-játtan til granskingarverkætlan um fiskaheilsu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um gransking av møði umborð á fiskiskipum, um nýggju Heilsugranskingareindina undir Sjúkrahúsverkinum og um Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, ið nú er niðurløgd.

Greinir eru eisini um fyrstu ársfrágreiðingina hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan og um nýggjar verkætlanir, ið hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum.

Vísindavøkublaðið verður givið út í sambandi við Vísindavøkuna, ið verður 22. september í Sjóvinnuhúsinum.

Skráin fyri Vísindavøkuna í Sjóvinnuhúsinum og fyri Vísindavøkuna á ferð, ið verður frá 11.-20. september, er eisini í blaðnum.