Tíðindi
Vísindavøkublaðið 2024 kom út fríggjadagin 13. september saman við Vikuskiftissosialinum. Blaðið kann lesast í talgildari útgávu her.
Í blaðnum eru greinar um gransking og vísindi. Greinar eru millum annað um gransking av skúlafráveru, sum er ein alsamt vaksandi trupulleiki, um ætlanir at seta upp eina luftgranskingarstøð á Sornfelli og um støðu Føroya í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini.
Eisini eru greinar um kensluliga møði hjá umsorganarstarvsfólkum, um universitetssjúkrahús, um hvalspýggjur og um nýggjar fíggingarmøguleikar fyri gransking og nýskapan.

Greinar eru eisini um nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan og um nýggjar verkætlanir, ið hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum.